Seminar um førleikameting

 

 

26-08-2016
Start: 31. august 2016 13:00:00
End:   1. september 2016 15:30:00
26-08-2016
Start: 31. august 2016 13:00:00
End:   1. september 2016 15:30:00

Sum vit hava kunnað tykkum um áður, so skipa NVL og Yrkisdepilin fyri seminari um førleikameting dagarnar 31. august og 1. september 2016.

Seminarið fer at snúgva seg um førleikameting innan yrkisútbúgvingar, og er ætlað teimum, ið beinleiðis fara at taka sær av førleikametingini í verki, umframt teimum, ið varða av hesum útbúgving, so sum skúlaleiðslur, myndugleikar og vinna.

Á seminarinum verða framløgur, har høvi verður at seta spurningar og at gera viðmerkingar.

Eisini verður høvi at arbeiða í bólkum, har spurningar um førleikameting verða umrøddir og viðgjørdir, spurningar og evni, ið eitt nú snúgva seg um:

  • atgongd til førleikameting, og hvussu førleikameting kann verða nýtt í sambandi við at fullføra eina útbúgving
  • høvuðsavbjóðingar í sambandi við verksetan av førleikameting
  • hvørjir málbólkar kunnu hava fyrimun av førleikameting, og hvar á arbeiðsmarknaðinum, tørvurin á førleikameting ger um seg
  • førleikar, leiklutir og útbúgving av fólki, ið skal útinna førleikameting
  • hvussu kunnu vit tryggja dygdina í skipanini

Seminarið verður hildið á Parnassinum á Hotel Hafnia mikudagin 31. august, kl. 13-16 og heldur fram í skeiðshølunum hjá Námi við Hoyvíksvegin 72 hósmorgunin 1. september kl. 9-16. Seminarið er ókeypis.

NVL og Yrkisdepilin bjóða tær við hesum at vera væl komin til seminar um førleikameting.
Vinaliga boða frá luttøku skjótast til ber.